Eg veit ein kvist, sum blómar enn

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Vísulag (við kaspiska havið)

1. Eg veit ein kvist, sum blómar enn
– er sprottin av góðum runni –
tó eyrvikukynt og gaddajørð
hann leingi hevur undir sær funnið.

Enn livir tann kvistur,
sum her rann av norrønum runni.

2. Staðið hevur hann í túsund ár
her vesturi á Føroya steini:
untu honum allir smáfuglar,
men gorpar vóru honum at meini.

3. Tóku teir av honum grasagarðin,
skuggaðu fyri sól,
so tveittu teir hann á oyðumørk,
har hann hevði einki skjól.

4. Har sleit hann vetrar hundrað trý
– nú skríður hann oman av fjøllum;
førkið tykkum, gorpar, eitt lítið dik,
sum gæta á grasagarðs vøllum.

5. Styðið nú, allir smáfuglar,
tit styðið nú kvistin so,
at hann sleppur aftur í grasagarð,
har hann eigur fyrsta boð.

Tá nørist tann kvistur,
her útrann av norrønum runni.

FavoriteLoadingGoym tekstin