Eg veit ein veg, sum ber meg til bjørtu himnaborg

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Týtt úr norskum: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í november-desember 1982.

1. Eg veit ein veg, sum ber meg til bjørtu himnaborg;
hann gongur gjøgnum trongdir og líðingar og sorg.
Tó heim til himnasalir tann vegur trygt meg ber,
:/: tann vegur Jesus er :/:

2. Eg veit ein frið, sum varir, tá friðleys er øll fold;
hann keyptur er við blóði til syndugt mannahold.
Tann friður er av himni og ei av hesi verð,
:/: tann friður Jesus er:/:

3. Eg veit ein mátt, ið grøðir tey grimu syndasár;
hann veitir troyst og ugga, har neyðin nívir svár.
Hann brúður sína varðar, ið hvítan búna ber,
:/: tann máttur Jesus er :/:

4. Eg veit eitt mál, ið bleiktrar so fagurt himni á,
– tað málið kann ei nakar við foldareygum sjá;
men góða stríðið stríðið, fullrennið skeiðið her!
:/: tí málið himin er :/: