Eg veit eitt land, eitt vakurt, signað land

Orð og lag: Torvid Pedersen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg veit eitt land, eitt vakurt, signað land
við Glarhavsins hins reina, hvíta sand,
mær leingist hagar til mítt rætta heim,
Jerusalem hitt nýggja og tess gleim.

2. Í hesum Staði eingin grátur er,
ei sorg og kvøl, ei sjúku nakar ber;
hitt gamla farið, lagt er handan sýn,
alt vorðið nýtt tí Himmalin er er mín.

3. Á, hvør ein Staður dýrdarglæmu í
við jaspismúrum, perluportrum fríð;
har rennur Lívsins Á so undurfull
frá trónu Guðs og Lambsins eins og gull.

4. Har ljómar fagnaður til hørpuslátt,
í ævir horvin deyðans myrka nátt;
frá frelsta skaranum eitt lovsongslag
til Guð og Lambið ljóma skal hin dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin