Eg veit eitt land sum bíðar mær

Orð: Ókendur
Lag: Där björkarna susar
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg veit eitt land sum bíðar mær, tá eg skal burt her frá,
eitt Land, sum eg í arv her havi fingið!
:,:Har ævigt songur ljóma skal sum margfalt fossadun,
í sanginum eg longu nú her syngi!:,:

2. Eg veit eitt stað, har eg kann bera alt sum nívir meg,
og alt, sum darvar mær á smala vegnum;
:,:har sorgin vend til gleði er, og tár til bros er vent
á Golgata, eg fann á frelsudegnum.:,:

3. Har havi eg eitt skýli trygt í mótgongd og í neyð,
eitt hvíldarstað, har tryggur eg kann hvíla;
:,:tá angist meg vil knúsa, eg tá søki Golgata,
har frið eg finni, aftur eg kann smíla!:,:

4. Eg elski Golgata har syndabyrða mín fall av,
tá eg til Jesus kom við angurstárum;
:,:í blóðinum eg reinur varð, fekk rætt til Lívsins Træ,
o, dýra blóð, sum rann frá Jesu sárum.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin