Eg veit eitt land, sum fagurt er

Orð: Victor Danielsen
Lag 1: Leivur Guttesen
Lag 2: Johan Peter Emilius Hartmann
Lag 3: Hans Jacob Højgaard

1. Eg veit eitt land, sum fagurt er
í Himli hátt,
har vetur ikki er sum her
og eingin nátt;
og lívsins á har rennur fríð
sum krystal klár,
ei sorgin er tí landi í
og eingi tár.

Niðurlag: Mær leingist til landið har uppi.

2. Og tá ið slætt er lívsins hav
og blikalogn,
mong gáva góð, sum Harrin gav,
fall mær í ogn,
tá alt er sól og summar her,
tá minnist eg:
Í landinum har uppi er
tó fagrari.

3. Men tá ið stormur ýlir vilt,
og bylgjan blá
á havinum, sum fyrr var stilt,
seg reisir há,
og neyð og vandi hótta meg
á trongu leið,
eg minnast vil: Her havi eg
mín bústað ei.

4. Mítt føðiland er ei á fold,
men uppi har,
tí fremmand jørð er heimsins mold
nú vorðin mær;
men meðan enn eg ferðast skal
í útlegd her,
mær gevur Gud, tað veit eg væl,
hvat neyðugt er.

5. Ei sæst mítt dýra føðiland
sum heimsins lond;
men tó er knýtt so fast eitt band
av Harrans hond
ímillum henda ljósa stað
og hjarta mítt,
og fyrst tá har eg komi, tað
kann sláa frítt.

6. Mín Gud, tann bøn og ynskur mær
í hjarta er
at æra teg og fylgja tær
á míni ferð,
til hann skal skyggja bjart um fjøll,
hin lívsins sól,
og savna síni egnu øll
um kring sín stól!

FavoriteLoadingGoym tekstin