Eg veit eitt spógvareiður

Orð: Harald Bergstedt
Lag: Carl Nielsen
Týtt leysliga úr donskum: Alexandur Kristiansen

1. Eg veit eitt spógvareiður,
eg sigi ikki meir.
Tveir ungar spógvin eigur,
i-i – so láta teir.

2. Og spógvarnir teir snúgva
um heyg og gil og lág,
um torveygu – og flúgva
við sangi til og frá.

3. Av palli áin fossar,
og lotið fleyrar milt.
Teir munnu kenna á sær,
eg vil teim einki ilt.

4. Tá fæ og fuglur tigur,
tá livnar mangt í mær.
tí seti eg meg niður
eg sigi ikki hvar.

5. Í støðum likkur sita,
og børn tey henta ber.
Men eingin fær at vita,
hvar spógvareiðrið er.

FavoriteLoadingGoym tekstin