Eg veit, hvar góð er grundin

Ernst Moritz ArndtSímun av Skarði
Orð: Ernst Moritz Arndt
Týtt: Símun av Skarði

1. Eg veit, hvar góð er grundin,
eg veit, hvar ljós er lon,
tá verøldin fer sundur
og fúnar øll í fon.
Eg veit, hvat ei kann vikna,
hvat aldri vikast vil,
tá vísmenn allir blikna,
ei vita veg og skil.

2. Tað er tann klettur baldi
og tryggi – tað er vist –
tann hond, sum mær vil halda,
tað er mín harri Krist;
hann er mín stjørna bjarta,
sum vísir mær á leið,
hans andi vermir hjartað,
og orð hans sloknar ei.

3. Hann, sum í grøv var lagdur
eins og hvør heimsins tjóð,
hann var av einglum vaktur,
so hann í dýrd upp stóð.
Tá vann hann størsta sigur,
mín synd tí kvittað er;
hans náði er mín friður,
hans trúgv mær styrki ber.

4. Eg veit, mín Guð er ríkur,
eg veit, hvat heldur á,
um verøldin øll svíkur
og følnar eins og strá,
lat líkverju meg fjala,
frá mær tað rænist ei,
á himnavegi sæla
skal tað mær prýða leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin