Eg veit í himmiriki borg

Orð: Bernt Støylen
Týtt: Edm. í Garði

Eg veit í himmiríki borg,
so bjørt sum sólin klára;
har er ei synd, har er ei sorg,
ei grátur ella tára.

2. Har býr Guðs sonur, Jesus Krist,
man dýrd og heiður bera;
hann er mín vón og troyst for vist,
hjá honum eg skal vera.

3. Sum armur ferðamaður nú
eg mína leið má fara
av foldum til mítt fedrabú,
Guð, meg á vegnum varða!

4. Krist hevur meg við blóði loyst
og vil á hesum degi
nú bera hjarta mínum troyst
og venda sorg til gleði.

5. Tá eins og sandur heimsins lond
og gull og gleði víkja,
hann verjir meg við síni hond
og vil meg aldri svíkja.

6. Eg berur kom mín burðardag
og rann av ringum runni;
eg nakin fara má av stað,
tá hel meg hevur funnið.

7. Men vist eg veit ein morgun her,
tá deyðans nátt skal enda;
mítt likam upp úr moldum fer
og skal hjá Guði lenda.

8. So hjálp tú okkum, Harri Krist,
títt blóð for oss er runnið!
Tín beiski deyði satt og vist
oss lívið hevur vunnið.

9. Vit takka tær um alla tíð,
Guð, faðir, øll til saman,
tí náði tín kom til oss blíð
í Jesus’ Kristi! Amen.

FavoriteLoadingGoym tekstin