Eg veit um himna bjørtu borg

Orð: Bernt Andreas Støylen
Lag: Sigurbjörn Einarsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2006.

1. Eg veit um himna bjørtu borg
í sólskini man roða.
Har er ei skuggi, synd og sorg,
ei nakað mein at skoða.

2. Guds einkarsonur situr har
so undursamur, blíður.
Hann uggi, hjálp og vón er mær,
og hann mær til sín býður.

3. Meg, fátækt barn og neyðars mann,
hann fann og eiga vildi.
Til heimland sítt meg leiðir hann
av náði og við mildi.

4. Gud faðir, tøkk eg veiti tær,
í Jesu Kristi navni,
títt halga ljós tað lýsir mær,
– tín himmal fyri stavni.

FavoriteLoadingGoym tekstin