Eg veit

Orð: Karl Martin Samuelsen og Steintór Rasmussen
Lag: Karl Martin Samuelsen

Tá eg bert gangi í býnum og mæli
Følist tað sum um okkurt er galið
Havi ei sæð teg hvar ert tú í kvøld
Tíðin er steðgað og luftin gerst køld

Aftur og fram, ganga túr koyra bil
Náttin er ung og eg síggja teg vil
Har vegirnir møtast við eystaru vág
Har hoyri eg látur og hómi eitt brá

Eg veit, at tú veit, at eg hyggi at tær
Tú veit, at eg veit, at tú hyggur at mær

Nú eru vit saman vit hava tað gott
Vit fylgjast í býnum til langt út á nátt
Tá tað gerst seint og hvør fer til sín
Skulu vit fara heim til tín ella mín

Eg veit, at tú veit, at eg hyggi at tær
Tú veit, at eg veit, at tú hyggur at mær

Eg fari at ferðast tá vit fáa frí
So mugu vit skiljast í eina tíð
Várið er vakurt og summarið heitt
Og longsul í hjørtum sum nú eru eitt

FavoriteLoadingGoym tekstin