Eg velji fyrr Jesus enn gull og fæ

Victor Danielsen
Orð: Oscar Bernadotte / Rhea F. Miller
Lag: George Beverly Shea
Týtt: Petur William Háberg

1. Eg velji fyrr Jesus enn gull og fæ,
nógv betri er hann enn øll ogn í dag.
Eg velji fyrr hann og um lívsins lond
at leiðast av hansara særdu hond,
enn eitt kongadømi at eiga her,
hvar ið syndin valdið vann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.

2. Eg velji fyrr Jesus enn heiður mans,
nógv størri er æran at vera hans.
Eg velji fyrr hann og tann dýra frið,
sum kennist, har Frelsarin fylgist við,
enn at njóta syndina stutta tíð
og ta fragd, hon veita kann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.

3. Eg velji fyrr Jesus, tí um eg skal
ígjøgnum deyðskuggans dimma dal,
so verður júst hann, sum eg valdi her,
mín keppur og stavur og við mær fer
inn í lívsins æviga, ljósa stað,
til tann bústað, hann mær vann.
Eg velji fyrr Jesus enn alt, ja, alt,
sum verðin bjóða kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin