Eg vil aldri sleppa tær og svíkja teg

Orð: Petur William Háberg (1. og 2. vers) og ókend/ur (niðurlagið)
Lag: Jens Guttesen
Týtt: Petur William Háberg (niðurlagið úr norskum)

1. „Eg vil aldri sleppa tær og svíkja teg.“
Hetta orðið
hevur borið
mangan troyst til mín, tá ið eg kendi meg
einsamallan á ferð.
Tá ið nátt dimmist her,
og tá niður tað ber,
tá ið mót og styrki svinna,
undurfult at vita er:

Niðurlag: Hann er við, hann er við, stóra troyst,
hann er við, sum meg hevur út loyst, halleluja,
og hann lovar at vera við mær alla tíð,
inntil endað er alt mítt stríð.

2. Lat so stormar ýla, bylgjur bróta hátt,
ei tað saka
kann meg nakað,
tí at hann er við í verstu ódnarnátt,
og hann leiðir meg væl.
So ein dag, tá eg skal
inn í deyðskuggans dal,
vilja hesi orð meg troysta –
orð so undurfull og sæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin