Eg vil Harran og Frelsaran minnast

Orð: Absalon Absalonsen
Lag: Gunrið Simonsen

1. Eg vil Harran og Frelsaran minnast,
honum bera fram lov, prís og tøkk.
Eg í hansara flokki kann finnast,
tí hans markleysa náði meg røkk.
Alla æru, alt prís, allan heiður
fái hann, sum av Himlinum steig,
alla tøkkina eina hann eigur,
hann á krossinum fyri meg leið.

2. Áh, tann signaða vissa og gleði,
tá ið Andi hans kom í mítt bróst.
Fyri trúnni veik myrkursins megi,
og mítt syndtyngda sinn gjørdist ljóst.
Áh, tann fullkomni friður, eg kendi,
áh, tann hvíld, ið har fall á mítt sinn,
tá ið troyttur við krossin eg lendi,
kom sum bátur um brimgarðin inn.

3. Nú ið árini mong eru liðin,
kann við gleði eg vitna tað her.
Einki órógva kann henda friðin,
sum á blóðið trygt grundaður er.
Sjálvt um ódnir um lívsfarið bróta,
tá ið havið er uppøst og vilt,
skal eg óskaddur omaná flóta,
tí í hjartanum inni er stilt.

4. Best av øllum so gott er at vita,
at nú ber meg hin meinslaða hond.
Tá mín sál skal í dýrdina flyta,
fána burtur øll deyðskuggans lond,
tá eg skoði Jerúsalem nýggja –
lendi tryggur í Himmalsins havn –
skal eg Jesus á strondini síggja.
Æra veri hans heilaga navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin