Eg vil ikki tiga

Orð: Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariasen

1. Nú er tagt nóg leingi,
nú skal rópast út um vøll,
– navnið eitt skal duna yvir fjøll.
Tunguband skal loysast,
røddin ljóma yvir høv,
yvir vøll og yvir køldu grøv.

2. Sært tú, eg, – eg vil ikki tiga
um min grøðara, ið kom úr Galilea.
Hann, ið togaði meg upp á turt
og hótti brimið burt.
Jesus Kristur er hans dýra navn,
– eg tigi ei.

3. Hann hoyrdi sváru neyðarróp
úr dimmu, djúpu gjógv,
tá sál mín sigldi deyðans vandasjógv.
“Óttast ikki!” segði hann: “Eg eri jú beint her.
Eg tær fylgi, hvussu leikur fer!”.

4. Lat heimin bara háða,
eg lati Harran ráða
til loksins rokkin er mín trygdarhavn.
Eg vil ikki tiga, men áhaldandi biðja
um dirvi til at breiða út hans navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin