Eg vil meg sjálvan geva

Orð: Elias Blix
Lag: Med Jesus vil eg fara
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Helst týddur í 1970-árunum.

Eg vil meg sjálvan geva
í Jesu ferðalag,
mót lívsins landi streva
alt til mín deyðadag.
Tað er mín mesti heiður,
tann rós av øllum ber:
at ganga hansar leiðir,
sum sjálvur ljósið er.

Tú, sannleiks stjørna bjarta,
mín Jesus, lýs mær leið;
eg vil av heilum hjarta
tær fylgja alt mítt skeið.
Enn lýsir tú í heimi
sum fyrstu jólanátt;
lýs mær í sorg og gleimi,
lýs mær um himnagátt.