Eg vil prísa tær, o Jesus

Philip Paul BlissPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Philip Paul Bliss
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur umleið 1972.

Eg vil prísa tær, o Jesus,
góðska tín av øllum ber;
mína skuld tú hevur strikað,
friðfylt, lívsglað sál mín er!

Niðurlag: Syng, o, syng um Jesus Kristus,
sum við blóði keypti meg;
eg varð fríur, tá hann legði
mína skuld og straff á seg!

Eg vil syngja um tann sannleik,
mær í sál so dýrur er:
mína vegna hann á krossi
gjørdi fulla sáttargerð!

Eg vil prísa tær, o Jesus,
fyri undurfullan mátt;
sigur vunnin bæði yvir
helheimsins og deyðans nátt!

Eg vil takka tær, o Jesus,
fyri sigur, tú mær gav,
so eg brosandi kann skoða
myrku grøv og deyðans kav!

Ja, eg prísi tær, o Jesus,
fyri gongd á Golgata,
og eg skal í hvítum skara
syngja hátt hallelulja!