Eg vil syngja ein sang um ta náði

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg vil syngja ein sang um ta náði,
sum eg fann, tá við krossin eg stóð;
har ið Guð mína synd vildi gloyma,
og útstrika tær við sínum blóð.

Niðurlag: Mín synd er fyrigivin, ja, heilt strikað út,
og tí kann eg syngja og prísa Tær, Guð;
Tú fyrigavst alt har á Golgata træ,
har gloymd varð mín synd, men Tú minnist meg!

2. Syndabyrðan so leingi meg tyngdi,
men í neyð míni Guð til mín fann;
og úr neyðini út Hann meg loysti
við tí blóð’, sum á Golgata rann!

3. Ja, frá dómsins og syndanna plágum
eg av Guði ríkt náðaður varð;
og tann náði, meg heim til Guð leiddi,
meg í mótgongdsins tíð uppi bar.

4. Kæra sál, sum so tyngd er av syndum,
Jesus allar tær bar fyri teg!
Hann í deyðanum breyt hvørja leinkju
og tær opnaði frelsunnar veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin