Eg vil syngja ein song um hitt signaða land

Orð: Ellen M.H. Gates
Lag 1: Ókendur
Lag 2: Bernhard Henrik Crusell og Øssur Berghamar
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: I will sing you a song

1. Eg vil syngja ein song um hitt signaða land,
um hin ljósa og skínandi stað,
har ei nakra tíð stormur skal ýla um strand,
um hitt land, sum ei sorg hevur sæð.
Hetta landið eg ofta í andanum sá
og tann ljóma, sum skyggir um tað,
og tað mangan mær var, sum ein toka bert lá
millum meg og hin glitrandi stað.

2. Hetta sálanna heim er til tín og til mín,
vár æviga hvíld bíðar har;
Jesus stendur har uppi og veittrar til sín
tann, sum fremmandur her niðri var.
Áh, tú lívsæla land! Aldri rennur eitt tár,
aldri hoyrist ein gremja í tær!
Og við songi á munni í endaleys ár
skulu Harran vit tilbiðja har.

FavoriteLoadingGoym tekstin