Eg vil takka Tær, o, Faðir, at Tú frelsti ein sum meg

Orð og lag: Egil Isaksen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eg vil takka Tær, o, Faðir, at Tú frelsti ein sum meg,
at Tú tók burt mínar leinkjur, mína synd.
Eg vil prísa Tær, o, Faðir, Tú, sum altíð alt gert væl,
enn Tú sært, at sárt mær tørvar Tína hjálp.

Niðurlag: Um náði Tína vil eg syngja, um Tín undurfulla frið,
um Tín undurfulla kærleika til mín.
Hjálp, ja, hjálp mær, kæri Jesus, at eg nái Himmalin,
at um Perluportrið stíga inn til Tín.

2. Um mín ferð ígjøgnum lívið stundum tykist vera svár,
veit eg, Guð, Tú ert og verður Faðir mín.
Ja, Tær, Jesus, vil eg prísa, Tú, sum fríaði meg út
frá deyðans og dómsins veg.

3. Um enn myrkur stundum fjalir bjarta trúarhimmal mín,
veit eg, at Tú fylgir við mær hvørt stig.
Prísandi eg haldi áfram til eg heima standi trygt,
og í ævir hvíli søtt við Tína lið.

FavoriteLoadingGoym tekstin