Eg vil telja stjørnurnar

Eg vil telja stjørnurnar,
nú, ið friður valdar,
men tað er so torført at
fáa allar taldar.

„Eg má brúka fingrarnar
at telja tær, eg síggi“.
Men á sínum hondum hevur
Óli bara tíggju.

„Beinini! Ja, burtur við
bæði skógv og hosu
Eg má telja tærnar við“,
sigur hann og brosar.

„Enn er ikki nóg mikið“,
sigur hann og gánar.
„Tað var nógv, nógv lættari,
um eg taldi mánar!“

FavoriteLoadingGoym tekstin