Eg vildi ganga syndaveg

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: His wonderful look of love

1. Eg vildi ganga syndaveg,
langt burtur Gudi frá,
inntil í trúgv eg sá ein kross
og Jesu kærleiksbrá.

Niðurlag: Hans eymliga kærleiksbrá,
hans eymliga kærleiksbrá,
tað mítt hjarta vann,
tár á kinni rann,
áh, hans eymliga kærleiksbrá.

2. Eg sá hann hanga trænum á
og særdan fyri meg.
Hann talaði á Golgata:
Eg doyði fyri teg.

3. Hans guddómliga kærleika
eg kundi vraka ei,
hann frelsti meg, ein syndara,
tá fyri meg hann leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin