Ei blóð, ei altar nú

Orð: Horatius Bonar
Týtt: Victor Danielsen

1. Ei blóð, ei altar nú,
nei, ofrið liðugt er,
ei roykurin frá lambinum
mót himli longur fer;
men betri blóð úr betri æðrum rann,
sum reinsar sálirnar og skuld út strika kann.

2. Takk fyri blóðið, Gud,
tíns Sonar dýra blóð,
hitt blóð, harí vár friður er,
vár sigur, hvíla góð!
Áh, sigur yvir synd og Helviti!
Áh, troyst, at vunnin er vár sterki fíggindi!

3. Takk fyri náðina,
sum hvílu okkum gav,
sum størri er enn øll vár skuld,
Guds djúpa kærleikshav!
Ja, Faðir, takk, at henda náði frí
rann yvir okkum upp, sum sótu myrkri í!

4. Takk fyri hopið søtt,
hitt hop so fast og klárt,
sum, inntil dagur rennur upp,
kann styrkja hjarta várt!
Áh, ljósa vón, hvørt sólskin sendir tú
á manga myrka leið, vár fótur stígur nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin