Eg ei dugi fata

Orð og lag: Rodney Griffin
Týtt: Árni Jacobsen

Eg helt meg Jesu kærleik duga skilja,
eg helt meg kenna pínuna, hann bar,
eg helt meg skilja, hví hann kom at líða,
tá hann sendur varð til at bjarga mær.
Ein onnur mynd tó sjónlig tá mær birtist
av Golgata – teim kvølum Jesus leið.
Eg hevði skilt, hann fyri einglar doyði,
at hann fyri meg læt lív, eg skilji ei.

Eg ei (eg ei) dugi fata, at
so rík Harrans náði er.
Eg fann (eg fann) ongan annan á jørð,
sum í kærleika hvønn dag sanna gleði mær ber.
Eg sá (eg sá) ei nakran sum hann,
ið var mentur meg at leiða heim.
Eg veit, hann nýtt lív mær gav,
eitt lív, sum í ævir er.

Í havsins myrka dýpi botnur finnist,
á hægstu hæddum tindur hómast kann,
ein endi er á størstu oyðimørkum,
men á náði Guds eg ongan enda fann.
Á Guds kærleika tú einki mark kanst finna,
einki er, sum dýrd hans rúmað fær.
Hann megnar frelsa sjálvt tann djúpast falna.
Tað veit eg – tí hann hevur bjargað mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin