Ei eg gloymi teg, Viðareiði

Orð: Martin Joensen
Lag 1: Sunnuva Háberg
Lag 2: Av øllum londum í eyst og vest

1. Ei eg gloymi teg, Viðareiði,
har sólin vakurt úr havi steig,
hon gyllir røkur,
ja, tú ert vøkur
um alla leið.

2. Morgunroði og tokuslør
tey fevna glitrandi døgg á jørð,
mjúkt lotið kennist,
nú dagur mennist,
og vøkstur grør.

3. Malinsfjallið, tú stendur frítt,
og fuglaláturin ljóðar blítt,
ein pyramida,
so væl vit sita,
alt summarskrýtt.

4. Inn í Dalar og inn í Vík,
tað er so vakurt, ei finnist slík,
her Talvborð stendur
og ekkó sendir,
hvør ert tú rík.

5. Villingsfjallið so høgt og vilt,
tú lívir og ger veðrið milt,
við Garð er friður,
vit setast niður,
her er so stilt.

6. Frá Garði, Fodlind, á Heygagarð,
meg minnist, tá ið vit spældu har;
ja, har var látur
og mangur kátur,
so stuttligt var.

7. Eg minnist Grástein og Risaspor,
ja, har var skemt og mangt stuttligt orð,
vit um tey runnu,
hvønn annan funnu
við skúlaborð.

8. Eg minnist heimbygd og fólkið við,
væl hava varðveitt góðan sið,
so høgt tit standa,
ei ræðast vanda,
men elska frið.

9. Eg ynski øllum bara gott
alt bæði á degi sum á nátt,
má Harrans gleði
oss veita megi
á trúarslott!

FavoriteLoadingGoym tekstin