Ei eg kenni morgindagin

Orð og lag: Ira F. Stanphill
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: I don’t know about tomorrow

1. Ei eg kenni morgindagin, livi bert ein dag í senn.
Boðar fyri framman liggja, myrkleitt skýggj og
vandar enn, leggi eg við Jesu føtur, stúri ei
– hann greiðir alt, ferðist við hans lið tí glaður.
Ráð hann veit, hvat enn tað galt.

Niðurlag: Mangt mær fyri framman liggur,
ókent er og hómast ei,
men eg veit, hvør øllum heldur,
veit, at Jesus vísir leið.

2. Bjartari hvørt stig mær verður, sum eg klívi upp
gylt stíggj, lættari hvør byrði kennist, silvurlitt
mær gerast skýggj, har sum sólin støðugt skínur,
tár ei gera sýnið grátt, oman fyri ælabogan
fjallið nemur loftið blátt.

3. Ei eg kenni morgindagin, kanska armóð hann
mær ber, men tann Gud, ið føðin spurvin, lívgar
meg og hjá mær er. Hvør enn lagnan gerst, og
skal eg fara gjøgnum eld og flóð, er hann nær
og gongur undan, fult meg verjir Jesu blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin