Ei eina eg á lívsins vandavegi

Meta av Fløtum
Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: I’m not alone

Ei eina eg á lívsins vandavegi,
ein Vinur er, ið fylgist við mær her;
ei eina eg, tó ongan her eg kenni,
mín Frelsari ei burtur frá mær fer.
So lat bert storm og roynd meg tæra
og vinir frá mær fara,
eg syngja vil, um bert eitt bil
eg skal náa tryggu havn.
Og so eg ferðist um fjøll og dalar,
ei eina eg, mín Frelsari er nær.

FavoriteLoadingGoym tekstin