Ei finnist á jørð ein so eydnusom sál

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ei finnist á jørð ein so eydnusom sál,
sum hon, sum sær Himmalin setti sum mál;
hon fríað frá Satan man standa
trygg í hvørjum komandi vanda.

2. Hon gleðir seg yvir Guðs veldugu makt,
og trýr hvørjum Orði, sum Hann hevur sagt.
Har stendur, Hann Síni vil varða
um tey gjøgnum eld her enn fara.

3. Tá Dávid við frímóð’ mót Goliat gekk,
hann undurfult dirvi frá Himlinum fekk.
Ei Goliat kundi hann særa,
hann Guð hevði lovað at varða.

4. Og falla enn túsindir við tína lið,
og fíggindar argir ei geva tær frið,
í stríðnum Hann teg tó vil varða
um her tú til Hann bert vilt fara.

5. So mangan var leið teirra frelstu so trong,
men altíð tey áttu í hjarta ein song!
Við lovsangi framá tey fara
og syngja: Guð okkum skal varða!

6. Til reiðar teg ger til hin seinasta dag,
og lat teg nú frelsa, so sál tín kann glað
við Honum til Himmalin fara,
har ævigt Hann teg tá skal varða.