Ei finst ein kærleiki tínum líkur

Orð: William E. Littlewood
Lag: Theodore E. Perkins
Týtt: Victor Danielsen

1. Ei finst ein kærleiki tínum líkur,
aldri hann svíkja kann,
til, Jesus, í Faðirs tíns ríki inn
tú øll lombini vann!

Niðurlag: Kærleiki ævigur,
náði, sum botnleys er!
Áh, vend tær til hann, troytta, vilsta sál!
Jesus bønar teg her.

2. Ei finst eitt eyga sum títt, áh, Harri!
Langt burtur tað meg sær;
so langt, at tú eymur meg hugdi á,
tá eg burt vilstur var.

3. Ei nøkur rødd er sum tín, áh, Jesus!
Kallar so eymt og milt;
títt friðarorð er hitt einasta,
sum ger hjarta mítt stilt.

4. Ei nakað hjarta sum Jesu hjarta
brennur í kærleika,
ei burt koyrdur nakar frá honum varð,
sum leit á náðina.

FavoriteLoadingGoym tekstin