Ei gull- og silvurkrúnu varð Hann krýndur við

Orð og lag: Ira F. Stanphill
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ei gull- og silvurkrúnu varð Hann krýndur við,
sum ennisprýði tornakrúnu bar!
Og tær rubinir, sum Hans pínda enni bar,
tað var Hans blóð, sum rann og ofrað varð.

Niðurlag: Í kærleika við blóði Hann
eitt frælsisbræv á krossi vann;
Hann rópti út: Tað fullgjørt er!
Nú vón er fyri hesi verð!

2. Til spott eitt purpurplagg varð um Hans herðar tveitt,
ímeðan blóðið úr Hans sárum rann!
Men úr Hans sárum flýtur ævig heilsubót,
har undurfulla frelsu við eg fann!

3. Men, síggj, tann háðan, spott, sum Hann á sinni leið
tó størsta æran mær nú vorðin er!
Við grøv Hans fíggindin helt vakt, men upp Hann stóð,
tí klødd í frelsu nú Hans brúður er.

FavoriteLoadingGoym tekstin