Ei lættfør leiðin er, vit mót Himlinum halda

Orð og lag: John W. Peterson
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: It’s not an easy road

1. Ei lættfør leiðin er, vit mót Himlinum halda,
tí óslætt er og skursl víða hvar.
Ei lættfør leiðin er, men við okkum er Harrin,
tað gleðir, at hann okkum er nær.

Niðurlag: Nei, nei, ei lættfør leiðin er,
áh, nei, ei lættfør leiðin er,
men Jesus gongur undan og gøtuna javnar
og lættir hvørja mótbrekku her.

2. Ei lættfør leiðin er – mangan møðsom og trupul,
og ikki helma vandarnir í,
men Jesus okkum verjir, so einki skal saka,
og førir gjøgnum vandar og stríð.

3. Tó ferðamóður mangan og sárur í fótum,
um byrðaður av stúran og sorg,
veit eg, ein betri dagur við dýrd stendur fyri,
ein hvíld framúr í himmalsku borg.

FavoriteLoadingGoym tekstin