Ei langt, ei langt frá Guds ríki

Ira David SankeyPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Ira David Sankey
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1974.

1. Ei langt, ei langt frá Guds ríki,
men fjart er tó hjarta og sinn;
ein skari sæst standa við portrið,
tó fá finna leiðina inn.

Niðurlag: So fá finna leiðina inn,
so fá finna leiðina inn.
Ein skari sæst standa við portrið,
men fá finna leiðina inn.

2. Ei langt, ei langt frá Guds ríki,
tú hoyrir, hann rópar á teg;
tú drálar at trína um portrið
og dvølur á glatanarveg´.

3. Tú gongur í myrkrinum svarta
í trældómi, vanda og neyð;
men Jesus teg fegin vil fría
frá dómi og ævigum deyð´.

4. Ei langt, ei langt frá Guds ríki,
– eitt fet bert, og náað er mál.
Men skalt tú um ævir tó saknast
í himmalsins sælu, o, sál!

Niðurlag: Á, skunda tær, skunda tær inn!
Á, skunda tær, skunda tær inn!
Á, statt ei og drála við portrið,
men skunda tær, skunda tær inn!