Ei langt, ei langt frá Guds ríki

Ira David SankeyVictor Danielsen
Orð: Frederic Smith
Lag: Ira David Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Ei langt, ei langt frá Guds ríki!
Og heldur syndin tær tá?
Tó mong nær við dyrnar vit síggja,
innum fara tó bert so fá.

Niðurlag: Hvør fá, ja, hvør fá fara inn!
Hvør fá, ja, hvør fá fara inn!
Tó mong nær við dyrnar vit síggja,
hvør fá, ja, hvør fá fara inn!

2. Ei langt, ei langt frá Guds ríki,
har vinir nú bíða tær!
Tó stígur tú ikki um markið,
men stendur enn drálandi har.

3. Tú ert í myrkri og vanda,
og vónleyst er umkring teg;
tó kennir tú, Jesus teg dregur
til sín á hin himmalska veg.

4. Ei langt, ei langt frá Guds ríki –
eitt stig, og nátt var á mál!
Og vilt tú tá, vinur, tó kasta
í ævirnar burt tína sál?

FavoriteLoadingGoym tekstin