Ei nakað her á foldum kann

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 06. september 2008.

Ei nakað her á foldum kann
seg meta javnt við kærleikan.
Hann frá Guds ásjón vellir fram
til kvinnu her eins væl og mann.
Hátt upp um trúgv og vón hann ber
– Guds kærleiki, sum størstur er.

Við langmóð, góðvild fram hann fer,
hann glaður fremur sannleiks gerð.
Ei øvund innivist har fær,
hann lítillátin hevur kær.
So góðsligur í orð og tal,
hjá sáttligum hann trívist væl.

Ósjálvsøkni sær hevur valt,
hann ber og tolir, vónar alt.
Hann sømiliga leggur leið,
hann hevnir ikki, ilskast ei.
Har øvund ei í huga býr,
góðviljaður og øllum trýr.

Tá náðigávur enda her,
tá tungur tagna, hvørvur verð,
tá alt í pørtum fara man,
vit kenna Jesus, okkum hann.
Tá kærleikin tó fúnar ei,
men varir við alt æviskeið.