Ei nakað bein varð brotið

Orð: Robert C. Chapman
Týtt: Victor Danielsen

1. Ei nakað bein varð brotið,
Guds reina Lamb, í tær –
um lív og frið eitt tekin
hjá tí, sum kom tær nær!
Ja, fyri sínar limir
bar høvdið dóm og bann,
og Gud tí fólks síns syndir
ei longur minnast kann.

2. Vit heysta tað, við tárum
tú, Harri, sáaði!
Tí her bert eitt vit minnast:
Tú okkum elskaði.
Vit minnast, at Guds rættferð
teg skilti honum frá,
at stoltir menn um krossin
tær buðu spott og háð.

3. Í armóð vart tú føddur,
í skomm tín deyði er,
ei rós á fold tú søkti,
ei dýrd, ei heiður her;
og fólk títt við tær fylgist
ta leið, tú sjálvur gekk,
og gleðist við tann sigur,
av grøvini tú fekk.

4. Títt lív, tín deyð vit minnast
og fylgja tíni leið
og hyggja mót tí staði,
har ljósið sløknar ei;
vit glað tí eta, drekka
nú hetta vín og breyð,
við boygdum hjarta minnast
tín deyð, Guds Lamb, tín deyð!

FavoriteLoadingGoym tekstin