Ei nakar her sær sjálvum livir

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 21. januar 2009.

Ei nakar her sær sjálvum livir,
og aldri svá hann doyggja skal,
tí Harrin okkum vakir yvir
í trúfesti várt dagatal.
Vit eru hans hvørt lívsins bil,
tí Harranum vit hoyra til.

Ta stund, vit her á foldum liva,
tá eru vit tí Harrans ogn.
Tað lætti sorg og sváran iva
og birti vón í ódn og logn!
Her einki okkum skilja skal
frá honum, ið alt gjørdi væl!

Hans kærleiksfavnur okkum fevnir,
hann aldri barn sítt gloyma kann.
Við navni okkum øll hann nevnir,
hvørt vilsta barn víst fevnir hann,
ið vendir við til heimland sítt.
– Tá aftur alt er vorðið nýtt.

FavoriteLoadingGoym tekstin