Eg ei negldur varð í lógvar

Lag: Jens Guttesen, Charles C. Converse
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg ei negldur varð í lógvar,
eg ei tornakrýndur varð,
eg ei spjótið fekk í síðu,
Jesus alt í mín stað bar;
hann á krossin upp varð negldur,
eg fekk frið í mína sál,
hann hitt beiska steypið tømdi,
eg, eg fekk ta søtu skál.

2. Hann teir hvøssu tornir stungu,
lívið, gleðina fekk eg,
hann fekk háð og spýtt og stavsløg,
einki slagið rámti meg;
hann fekk spjótið gjøgnum síðu,
eg fekk Himmalin í ogn,
hann fekk straff, og eg fekk náði,
hann fekk storm, og eg fekk logn.

FavoriteLoadingGoym tekstin