Ei størri undur hevur heimur skoðað

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur 22. apríl 2007.

Ei størri undur hevur heimur skoðað,
enn tað Guds lamb, sum skriftin um man boða,
ið reis úr grøv tann páskamorgun reyða
og sigur vann á heimsins synd og deyða.

Við Ádami kom syndin her til foldar,
av henni vendi ættin øll til moldar.
Sum vára frumgróður hin alrafyrsti
vit skulu verða livandi í Kristi.

Sum kvøldarsól í vestri seg man lækka,
so endar her várt lív á gravarbakka,
vár jarðar tjaldbúð verður tikin niður,
forgongilig hon er, sum skriftin sigur.

Men eins og morgunsólin aftur rísur,
er øllum kristnum sigurin fullvísur,
tí óforgongilig við lívsins Anda,
í tíma Guds vit øll til lívs upp standa.

Vit lov og tøkk og prís tær, Jesus, bera,
sum allar lutir skal av nýggjum gera.
Gud, gævi, at vit aftur skulu síggja
vár kæru í Jerúsalem tí nýggja.

O, sæla stór! o, heiður, Jesus kæri!
sum snjóhvít fjøll hin stóri, hvíti skari
tær lova skal, tí tú við tínum blóði
til Guds oss aftur keypti, Jesus, góði.

FavoriteLoadingGoym tekstin