Ei tár hin morgun í himmalborgum

Orð og lag: Robert Sterling Arnold
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: No tears in heaven

1. Ei tár hin morgun
í himmalborgum,
dýrd bert og sælu eygað sær.
Ei kennist tregi,
alt verður gleði,
tá øll tey frelstu finnast har.

Niðurlag: Ei tár (í Himli har), ei tár (ei sorg har nær),
pína og sorg ei vera meir.
Ei tár (í Himli har), ei tár (ei sorg har nær),
uppi har tár ei verða fleir.

2. Dýrdin mær bíðar,
gullgøtur fríðar,
ævigur dagur rísa skal.
Jesus vit síggja
í staðnum nýggja,
sorgin er flýdd og sál mín sæl.

FavoriteLoadingGoym tekstin