Ei var hann sovandi funnin hin dag

Orð: Brynleif Hansen
Lag: William F. Sherwin

1. Ei var hann sovandi funnin hin dag,
tá í Getsemane hann lá og bað:
„Er hetta, Faðir, vilji tín við mær!
– reisist eg hiðani og fylgi tær!“

2. Tryggir hans vinir har nú hvíldu seg,
einsamur stríddi hann tá fyri meg.
Hann visti væl, hvat menniskjum býr í,
reistist – og fullførdi hitt tunga stríð.

3. Freistarin sterkur var, tó bønin vann.
„Vakið og biðið altíð“, lærdi hann,
„nú er hann nær, hann, sum vil svíkja meg,
reisist og komið! Lív mítt gevi eg!“

4. Synd mína har hann sá, so sum hon var,
ikki hann longur kundi bíða har.
Sál hans í angist deyðanum var av,
Jesus – tú reistist tó og lív títt gav!

FavoriteLoadingGoym tekstin