Eiga leiða jólamann

Orð: Sjúrður Gullbein
Lag: Rókur J. Jakobsen

Ding dong ding dong ding dong ding dong.

Eiga leiða jólamann,
datt um eina jólaspann,
trøllaspor og tufflusnor,
jólamjólkarklossmajor.

Ding dong ding dong ding dong ding dong.

Eiga leiða jólamæ,
hoppaði um jólatræ,
mussaði ein mjólkargrís,
jólamjólkarparadís.

Ding dong ding dong ding dong ding dong.

Eiga leiða jólakúgv,
fleyg um eina jólabrúgv,
sang um mjólkakalkun,
tað er gott, tí mjólk ger MUUUUUUN.

Ding dong ding dong ding dong ding dong.

FavoriteLoadingGoym tekstin