Eg eigi dýran song, hann er um Jesus

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: No other song

1. Eg eigi dýran song, hann er um Jesus,
um Frelsaran, sum kom at bjarga mær,
sum greiddi gjaldið fyri mínar syndir,
tá har á krossi ofraður hann varð.

Niðurlag: Eg eigi dýran song, sum er um Jesus,
eg kenni lag, sum er um Golgata.
Við gleðitónum vil eg altíð siga
frá undrinum, á Golgata eg sá.

2. Um purpurkappa og um tornakrúnu,
um krossin har, ið dýra blóð hans rann,
ta tómu grøv og vón um afturkomu
eg syngi, til ein dag eg síggi hann.

3. Eg eigi dýran song, hann er um Jesus,
og tá ein dag eg eri komin heim,
í ævir har við endurloystum skarum
eg sama songin syngja skal við teim.