Eigi mær ein lítlan vin

Orð: Martin Joensen
Lag: Ólavur Højgaard
Viðmerking: Yrktur í samband við átakið og sangkappingina Vælskapt Brek.

Eigi mær ein lítlan vin,
fittur er sum fáur.
Kann ei alt tað, sum hann vil,
tó í mangum knáur.

Treystur, tá ið stendur á.
Treiskliga hann strevast.
Viljin lýsir eygum úr,
ikki vil hann gevast.

Skínur sum ein summarsól,
tá hann sigur vinnur.
Kjálkareyður, bros á kinn,
– stendur har so stinnur.

Onkuntíð tó tárar hann,
um vit ikki skilja
hvat hann ætlar, hvat hann vil,
– kann tað ikki dylja.

Máni, sól og stjørnubørn
heilsa mínum vini.
Vita, hann er hetja,
tó ikki heilt sum hini.

FavoriteLoadingGoym tekstin