Eigur tú ei vinir kendar

Orð: Ada Ruth Habershon
Lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Victor Danielsen

1. Eigur tú ei vinir kendar,
har sum deyði, synd ei ná?
Tá ið ferðina tú endar,
finnur tú teir aftur tá?

Niðurlag: Verður talið fult hin dagin
uppi har, uppi har?
Stendur tilgjørt har og bíðar
bústað tær, bústað tær?

2. Mangan, tá sum barn tú spældi,
mintu tey teg Jesus á,
um hans kærleika tær taldu;
nú tey har hans ásjón sjá.

3. Tá um Jesus var hin songur,
sum tín barnarødd sang fró;
syngur tú hin songin longur,
ella heimsins tóma ljóð?

4. Áh, hvør var hin friður søtur,
tá tit sótu saman har!
Men tú minnist tungar løtur,
tá tey skiltust her frá tær.

5. Tagnaður er teirra songur,
ein dag fóru tey avstað;
her er talið fult ei longur –
verður fult tað har ein dag?

FavoriteLoadingGoym tekstin