Eigur tú Frelsaran

Orð: Chas. Justice og W. Rogers
Lag: Chas. Justice
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Eigur tú Frelsaran, og er hann tær nær,
breiðir hann sólskin yvir vegin hjá tær?
Tá kvøldarskuggar falla,
og dagur tín skal halla,
setir tá lívsins sól?

2. Eg eigi Frelsaran, og hann er mær nær,
hann breiðir sólskin yvir vegin hjá mær!
Tá kvøldarskuggar falla,
og dagur mín skal halla,
skínur tó lívsins sól!

3. Vit eiga Frelsaran, hann er okkum nær,
hann breiðir sólskin yvir vegin frá sær!
Tá kvøldarskuggar falla,
og dagur vár skal halla,
skínur tó lívsins sól!

FavoriteLoadingGoym tekstin