Eigur tú

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen

Eigur tú ei heitan streim
At fløva kenslur kaldar
Megla frið í sinninum
Tá kríggj og kaos valdar
Vilt tú týða stjørnurnar
Tá eg úr dreymum hvøkki
Bjarga mær á dýpinum
Har tú veitst eg søkki

So set í gongd títt kraftarverk
Tá tolmóð títt vil tømast
Verð tú sjálv eitt rættarhús
Har misgerðir ei dømast
Vilt tú ofra tíð og strev
Endurreisa brúnna
Milllum meg og kærleikan
Vónina og trúnna

Eigur tú eitt altar
Har eg falla kann til knýggja
Eigur tú ein frían pall
Ið hevjar meg til skýggja
Vilt tú lýsa upp mín dag
Sum ein sólarroði
So vil eg eisini fylgja tær
Sum ein ælabogi

FavoriteLoadingGoym tekstin