Ein aftnandi dag, bert skamma stund

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Johannes Johnson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Helst týddur fyrrapartin í 1970-árunum ella kanska fyrr.

Ein aftnandi dag, bert skamma stund
er lívið á fold oss givið;
og ættirnar skifta sum leyv í lund
sum roykur, so stutt eg livi;
straks følnar várt leyv, vit leggjast í grøv,
í gloymskuni alt er grivið.

Men hóast hetta eg óttist ei,
mín sál eigur frið og gleði;
í lívi og deyða er kunn mær leið,
og tí er hjarta mítt fegið;
í Kristi, Guds soni, mær lovað er
eitt heimland á sælunnar degi.

Hann undan er farin at búgva út pláss,
eitt hús ei við hondum evnað,
ein ævigan bústað hann veitir oss,
sum fegin um øll vil fevna.
Vit síggja hann har eftir lívsins stríð,
um trúgv vit mót máli stevna.

Ei nakað eyga her foldum á
ber hóming av himnanna sali,
við teknum og myndum vit her munnu sjá
tess dýrd – her í táranna dali;
men leiðin oss liggur ljós og bjørt
í Kristi, hans verki og talu.

Ja, tú ert vegurin, Jesus Krist,
her komin til neyðstødd niður;
tú sannleikin ert og lívið vist,
tað greidliga orð títt sigur.
Nú øll mín synd er huld í tær,
og tí er í sálini friður.

So leggi eg meg í Jesu navn,
hann vakir við deyðans strendur;
tá morgunin rísur, eg nái havn,
har syngjandi skarin stendur;
tá kyssa eg skal í sælum gleim
tær naglamerktu hendur.