Ein barnavinur góður

Ein barnavinur góður
í himli høga býr,
ein vinur, sum ei svíkur
tað barn, ið á hann trýr.
Ei líkur mongum vini,
vit hava kunnu her,
tann vinur ber av røttum
tað vinarnavn, hann ber.

Eitt barnaheim so fagurt
í himli høga er,har Jesus skjótt skal savna
tey børn, hann eigur her.
Ei nakað heim á foldum
kann metast javnt við tað;
har elska øll hvørt annað,
har eru øll so glað.

Ein krúna, dýr og føgur
í himli liggja man
til hvønn, ið elskar Jesus
og virkar fyri hann.
Skjótt skal hann koma aftur,
í hondum stundin er;
kom, barn, og trúgv á Jesus
og elska navn hans her!

FavoriteLoadingGoym tekstin