Ein biddari so eina sat við vegin

Homer Alvan Rodeheaver
Orð: Oswald Jeffrey Smith
Lag: Homer Alvan Rodeheaver
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Then Jesus came

1. Ein biddari so eina sat við vegin,
hann blindur var, um olmussu hann bað,
so kaldur, svangur livdi hann í myrkri,
men Jesus kom, og nátt varð broytt til dag.

Niðurlag: Tá Jesus kemur, Satan missir megi,
tá Jesus kemur, neyðin endað er,
har fyrr var sorg, nú friður er og gleði,
alt verður broytt, tí Jesus undur ger.

2. Frá heimi, vinum illi andin rak hann,
í grøvunum hann hevði tilhald sítt,
hann særdi seg og bundin var við leinkjum,
men Jesus kom, og alt var vorðið nýtt.

3. Spitalski maður „óreinur!“ má rópa,
so eingin skuldi koma honum nær.
Hin deyvi, lamni – onga hjálp teir fingu,
men Jesus kom og læknin stóri var.

4. Mong menniskju í dag tey mugu sanna,
at synd og girnd tey ikki vunnu á,
bert ivi, angist fyltu teirra hjarta,
men Jesus kom, tók bústað teimum hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin