Ein blóðig hond nú bankar

Orð: Johnson Oatman
Lag: J. Howard Entwisle
Týtt: Victor Danielsen

1. Ein blóðig hond nú bankar
á tínar hjartadyr,
hon bankar í dag og troyttast ei;
tað Jesus er, sum bankar
og enn um atgongd spyr,
tó mangan tú hevur svarað nei.

Niðurlag: Áh, hoyrir tú hann kalla
og banka hjá tær?
Hans gjøgnumstungna hond bankar nú;
við friði inn hann kemur,
um bert hann fær eitt svar,
og frelstur frá synd tá verður tú.

2. Hvør mangan, tá tú veikur
á sjúkralegu lást,
hitt kall fylti tína sál við frykt!
Og tá á náttarvøku
tú greiðari alt sást,
tú skilti, títt hús stóð ei so trygt.

3. Og tá tú niðurboygdur
við opnar gravir stóð,
hvør bankaði Harrin ikki tá!
Tá ævinleiki, deyði
við ræðslu sinnið sló,
tú segði: Eg dyrnar opna má!

4. Hví letur tú hann banka
og gevur ikki svar!
Hann nátt tína venda kann í dag;
hin naglamerkta hondin
skal frelsu bera tær;
lat upp tí og svara honum ja!

FavoriteLoadingGoym tekstin