Ein boðskap, ja, eina heilsu vit bera

Orð: Reidar Holberg
Lag: Vi har ett budskap, en hilsen å bringe
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ein boðskap, ja, eina heilsu vit bera,
eitt orð til tín, sál, sum enn ikki trýr;
um signing Jesusar glað vit nú syngja:
Hans Orð ber frelsu til einhvønn, sum trýr!

Niðurlag: Hans blóð meg loysti frá øllum, sum bant meg,
og sama blóðið til frelsu mær varð!
Vit boða syngjandi tær frelsuvegin:
Við trúgv tú frelsu og hjartafrið fær!

2. Á, hvør ein signing, við trúgv fekk eg friðin,
tann sama friðin Hann bjóðar tær nú!
Tú kanst uppliva ta frelsandi gleði,
við krossin hvílu og frið finnur tú.

FavoriteLoadingGoym tekstin